Песня Brotin (Slor 2015) в исполнении Eivör - слушать онлайн в хорошем качестве или скачать трек в Mp3 бесплатно на ПК или телефон.
3:27 MP3, 8.3MB, 320kb/s
Текст песни Eivör - Brotin (Slor 2015)
Tú ert brotin.
Farin í tvíningar.
Veingjaskotin.
Finnur onga meining í nøkrum
kennir teg læstan
fastan í fjøtrum.
Hvussu loysir tú
henda sálarknút?
Hvussu brýtir tú út
ímillum tær trongu rimarnar
út í ein opnan heim, sum rúmar tær?
Dansa vilt í náttini svørtu.
Kenna ikki morgunin enn.
Okkara brotnu hjørtu
taka eitt fet í senn.
Eg veit at tú
ert ikki ólíkur mær.
Undir hyljandi húð
vovin úr sama vevnaði.
Tráandi eftir eydnuni eins og eg.
Dansa vilt í náttini reyðu.
Kenna ikki morgunin enn.
Berjast ímóti streyminum.
Taka eitt fet í senn.
Dansa vilt í náttini reyðu.
Síggja ikki sólina enn.
Ongantíð vóru vit eins og tey.
Vit taka eitt fet í senn.
Vit taka eitt fet í senn.
...